Nýggj flutningstænasta hjá Lyfta

Lyfta bjóðar nú fram eina nýggja flutningstænastu til sínar kundar, har møguleiki er fyri at leiga ein flutningsbil til at flyta stór amboð og maskinur, ið skulu flytast út á arbeiðspláss ella flytast ímillum arbeiðspláss.

 

– Vit eru serfrøðingar á økinum við bæði serkunnleika og royndum, tí vit hava leiga lyftur og maskinur til stórar verkætlanir í nógv ár. Vit seta sera høg krøv til okkara tænastur, tí flutningurin  av stórum arbeiðsamboðunum skal verða í ordan, sigur Geir Wardum, stjóri í Sp/f Lyfta.

 

Umframt at vera landsins størsti veitari av leiguamboðum við fleiri enn 700 maskinum og amboðum, hevur Lyfta sína egnu flutningstænastu, ið bæði leverar og heintar útleigaðu amboðini og lyfturnar. Vit kunnu tískil veita eina tænastu í serflokki.

 

– Øll eru vælkomin at venda sær til okkum í sambandi við flutningstænastuna og leigu av arbeiðsamboðum, sigur Geir Wardum, stjóri í Sp/f Lyfta, sum heldur til á Hjalla 30 og hevur telefon 350 550 og mail. lyfta(at)lyfta.fo umframt at heimasíðuna www.lyfta.fo

 

##med2##

 

##med3##