Nýggj fløga í august

Hóast Laila av Reyni komandi mánaðirnar verður í Kenja, kemur nýggja fløgan eftir ætlan út í august.

Laila av Reyni arbeiðir í løtuni við eini nýggjari fløgu, sum eftir ætlan kemur út í august. Tað er Gunnar Guttesen, ið tekur sær av framleiðsluni.

- Í løtuni situr Gunnar og framleiðir tónleikin og ger alt tað, sum hann ger best. Tað er so spennandi at arbeiða saman við honum. So vænti eg, at tá eg komi aftur úr Kenja er klárt at syngja tað seinasta inn og so kemur fløgan væntandi út í august, sigur Laila av Reyni.

 

Á fløguni verða 10 løg, harav nøkur eru føroysk.

- Á seinastu fløguni vóru allir sangirnir á enskum. Tað fellur lættari at skriva og syngja á enskum, kanska tí ein hoyrir so nógvan tónleik á enskum. Men eg vildi hava nakrar føroyskar sangir við hesuferð, sigur hon.

 

Fløgan verður givin út í septembur, tá eitt stórt tiltak, líknandi seinastu útgávukonsertini, verður hildið í Havnini.