Nýggj ferðaætlan í gildi í gjár

Í nýggju ferðaætlanini hjá Strandfaraskipum Landsins verða m. a. fleiri túrar til Suðuroyar

Í gjár kom í gildi nýggja ferðaætlanin hjá Strandfaraskipum Landsins. Av Strandferðsluni verður sagt, at talan er um smávegis broytingar samanborið við ta gomlu ferðaætlanina frá 26. juni 1996 - broytingar, sum kortini eru við til at hækka tænastustøðið.


Á Suðuroyarleiðini verða broytingarnar hesar:

­ Leygardag verða tveir túrar sigldir í tíðarskeiðinum mai til september.

­ Mikukvøld og hóskvøld fer Smyril av Hagvnini á Drelnes kl. 19.00.

­ Á Vág verður hereftir ikki siglt fríggjadag

Á Leirvíksleiðini verða broytingarnar hesar:

­ Leygardag verða túrarnir av Klaksvík kl 14.20 og 15.50 og samsvarandi túrar av Leirvík kl 15.0 og 16.30 eisini sigldir leygardag í tíðarskeiðinum, mai til oktober.

­ Sunnudag siglir Ternar/Dúgvan kl 07.30 av Klaksvík og av Leirvík kl 08.10. Túrurin av Klaksvík kl 13.00, 14.20 og 15.50 og samsvarandi túrar av Leirvík kl 13.40, 15.05 og 16.35 verða eisini sigldir alt árið.

Barskor verður tikin úr allar sigling vetrarhálvuna á Leirvískfjarðarleiðini.


Á Leið 400 (Tórshavn-Fuglafjørður) verður túrurin úr Havn kl 17.55 broyttur til kl 18.05

Á flogleiðini verður hesar broytingar:

­ Í samband við at flogleiðin hjá Mærsk flogfarinum, sum kemur úr Keypmannahavn, hevur broytt komutíðina og fráferðina ein tíma, eru leiðirnar 100 (Tórshavn-Vestmanna) og 300 (Oyrargjógv-Bøur) broyttar.

Hetta merkir, at Leið 100 úr Havn kl 09.25 er broytt til kl 10.00

Úr Vestmanna kl 12.30 er broytt til kl 13.25

Á leið 300 er broytingin hendan:

Frá Oyrargjógv kl 10.35 er broytt til kl 11.15

Úr Sørvági kl 11.05 er broytt til kl 12.05.


Á Strandferðsluni siga tey, at ein aðalmálsetningur í samband við ferðaætlanina 1997/1998 verður at gera minst møgulig frávik - burtursæð frá, tá m. a. veðrið og teknisk brek forða fyri tí.

Annars upplýsir Strandferðslan, at tey í løtuni arbeiða við eini verkætlan um at betra rutuupplýsingartænastuna.

Ferðaætlanin er at fáa til keyps á vanligu støðunum, t. e. umborð á Strandfaraskipunum, í bussunum hjá Bygdaleiðum, á kunningarstovunum og á ávísum bensinútsølum kring landið.