Nýggj duett: Ólavur og Herborg syngja saman í dur

Tveir fólkakærir trubadurar blíva til eina duett. Hoyr nýggja lagið "Syngja í dur" her.

Vanliga kenna vit Ólav á Váli Olsen og Herborg Torkilsdóttir sum tveir einstaklingar, ella trubadurar, ið hava spælt nógvar konsertir kring landið undir egnum navni.

 

Men seinasta hálva árið hava hesi bæði verið at sæð á palli saman - og nú hava tey givið ein sang út um tveir trubadurar, sum hava funnið saman í eina duett.

 

Sangurin kallast "Syngja í dur", og tað er Herborg, ið hevur skrivað tekstin og lagið.

 

– Eg skrivaði hetta lagið, aftaná at hava upptraðkað við Ólavi. Har mátti bara koma ein duett. Hann syngur sum ein dreymur, skrivar Herborg Torkilsdóttir á Facebook.

 

Teimum dámar væl at spæla tónleik saman, fortelur Ólavur.

 

– Herborg er ein fantastisk songkvinna, sum er fitt og mega festlig at arbeiða saman við. Eri glaður um møguleikan at sleppa at syngja og upptraðka saman við henni, sigur Ólavur á Váli Olsen.

 

Hoyr spildurnýggja lagið hjá nýggju duettini her:

 

##med2##

 

Danny Beck úr Englandi hevur framleitt.