Nýggj bussleið um Skálafjørðin

Í dag var fyrsta ferðin, at nýggja leið 480 koyrdi í rutu millum Selatrað og Toftir.

Á heimasíðuni hjá kommununi fegnast Runavíkar Kommuna um, at tað er eydnast at fáa nýggju farleiðina í lag.

- Tað hevur í mong ár verið eitt ynski at fingið betri bussamband um Skálafjørðin. Kommunurnar um fjørðin og Strandfaraskip Landsins hava farna árið arbeitt við at tillaga ferðaætlanina, og tá øll busskoyring í Føroyum var boðin út av nýggjum í vár, bar endiliga til at gera broytingar í koyringini um fjørðin, verður sagt á heimasíðuni, runavik.fo.

Umframt vanligan ferðafólkaflutning er skúlabarnakoyring eisini partur av farleiðini, og er hendan ókeypis fyri brúkaran.