Strandferðslan skrivar í morgun, at Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri, og Rasmus S. Biskopstø, menningarleiðari í Visit Vágar, fegnast um farleiðina og vísa á, at tað hevur verið javnur eftirspurningur frá ferðafólki um busssamband við víðagitnu náttúruperlurnar.
Nýggja leiðin økir atkomligheitina samstundis sum, at betri møguleiki er fyri at tálma rúgvismiklu bilferðsluni, sum ofta er um summarið. Tí er tað eisini gleðiligt, at tað eftir ætlan kemur ein víðkað summarferðaætlan komandi ár, skriva Bygdaleiðir.
Fyribils er talan bert um koyring gerandisdagar, og allir túrar til og úr Gásadali skulu tilkallast. Ferðaætlanin sæst á heimasíðuni hjá SSL.











