Føroya Pedagogfelag hevði stovnandi aðalfund á Verkstaðnum Vón á Argjum, har 70 pedagogar fingu limaskap, og 13 gjørdust hvílandi limir. Í dag eru 2.200 limir í felagnum, pedagogar og hjálparfólk.
Tey, sum stovnaðu felagið, vildu skapa eitt sterkt fakfelagspolitiskt felag, sum m.a. skuldi hava samráðingarrættin á økinum og virka fyri eini føroyskari pedagogútbúgving.
Pedagogútbúgvingin kom í 1986, og í 1988 gjørdi felagið fyrstu sáttmálarnar við landsstýrið. Teir vóru fyri tænastumenn og hjálparfólk. Í 1990 varð fyrsti sáttmálin fyri dagstovnapedagogar undirskrivaður.
Tá lønirnar á almenna arbeiðsmarknaðinum vórðu skerdar í 1993, sluppu pedagogarnir ikki undan og máttu góðtaka ein niðurskurð upp á 8,7 prosent. Hann varð vunnin aftur við verkfalli og hørðum samráðingum í 1995 og 1997.
Í 2000 yvirtóku kommunurnar dagstovnaøkið, og tá kom full ferð á at byggja dagstovnar kring landið.
Fyrsta stríðsvalið um formanssessin í Føroya Pedagogfelag var í 2004, og tvinni valevni vóru aftur til oddasessin á aðalfundunum í 2008, 2010 og 2015.
Felagið var í søguliga longum og sjónligum verkfalli í 2012, og eitt uppaftur longri verkfall var í 2017/2018, tá felagið vann sær eina munandi lønarhækking.
”Í fakfelagshøpi eru 40 ár ikki long tíð, men tíðin gongur skjótt, og neyðugt er at skjalfesta søguna, so eftirtíðin sær, hvørji stríðini og sigrarnir vóru. Hetta er nú gjørt í nýggju bókini, sum vit eru sera fegin um,” sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag.
Bókin ”Pedagogar í Føroyum” er umbrotin og prentað á Føroyaprenti, og í henni eru 236 myndir. Nógvar teirra hava Sosialurin, Álvur Haraldsen og Jens Kristian Vang latið úr sínum søvnum.