Høvundurin hevur í meira enn 30 ár undirvíst í brodering og serstakliga nógv í brodering til tjóðbúnan. Hon hevur nú latið bók úr hondum, har hon sigur frá, hvussu hon broderar, og við einari rúgvu av litmyndum verður víst, hvussu til dømis sama mynstur fær ymiska útsjónd við ymsum litum. Paula M.K. Eliasen vísir á, at vit í Føroyum eru heppin at hava ein tjóðbúna, tí so eru vit altíð klár at klæða okkum til serligar dagar.
At brodera fyriklæði og turriklæði til føroyska búnan er ikki so gamal siður í Føroyum, men frá 1950’unum tók brodering rættiligt dyk á seg og brreiddi seg kring alt landið. Við hesi bók er fyri fyrstu ferð tilfar givið út við hollari vegleiðing, ið bæði kann nýtast til undirvísing og heimbrúks. Í bókini eru eisini nógvar myndir av ymiskum fólkum í tjóðbúna.
Stigið til útgávuna er tikið á Tórshavnar Kvøld,- Ungdóms- og Listaskúla, har Paulina M.K. Eliasen hevur verið lærari síðani 1982, og bókin finst bæði í einari føroyskari og einari enskar útgávu.
Bókaframløgur verða Leygardagin 9. november kl. 14.00 í Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms-, og Listaskúla, J.H. Schrøtersgøta 1. Og mánadagin 11. november kl. 19.00 í Klaksvíkar kvøldungdóms- og listaskúla í Ósaskúlanum.