Nýggj avtala um makrel-avrokning

Manningarfeløg hava gjørt avtalu við JFK, Samtakið Varðan og North West Pelagic um flutningsskip.

Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið hava gjørt avtalu við JFK, Samtakið Varðan og North West Pelagic um flutningsskip í samband við makrelveiðu hjá skipum í bólki 2, sum eru partrolarar og lemmatrolarar.

 

Í avtaluni, sum er galdandi frá 28. august 2015 og hetta árið út, stendur eitt nú, at “…flutningsskip, sum ikki hava veiði-og fiskiloyvi, fáa 36% av søluvirðinum, meðan skipini, ið lata fiskin (kvotuna), fáa restina…”

 

Um avrokning, sigur avtalan, at “… trolarar í bólki 2 avrokna við býtisprosentinum, sum er ásett í sáttmálanum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag…”

 

Lagt verður aftrat, at “…flutningsskip avrokna við býtisprosentinum, sum svarar til býtisprosentið í skipabólkinum, ið skipið er partur av…”

 

- Partarnir eru samdir um at virka fyri, at tað fyri næstu vertíð verður gjørdur ein felagsflutningssáttmáli, sum verður gjørdur millum Føroya Reiðarafelag og manningarfeløgini.

 

Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Maskinmeistarafelagið gjørdu herfyri líknandi avtalu við feløgini, P/F Jókin og P/F TG Fish, um flutningsskip í samband við makrelveiði.