Nýggj avtala ímillum Føroyar og ES

Føroyskir granskarar og fyritøkur kunnu nú verða við í gransking á jøvnum føti við granskarar og fyritøkur í ES


Føroyar og ES nevndin eru komin ásamt um eitt uppskot til nýggja avtalu um luttøku Føroya í granskingarskránni hjá ES, Horizon 2020.

Tað sigur Mentamálaráðið

 

Avtalan gongur til 2020 og uppskotið varð váttað í dag á føroysku sendistovuni í Brússel í dag. Men enn eru nøkur formlig viðurskifti at avgreiða, áðrenn avtalan kemur í gildi.

 

Næsta stig er at avtalan skal formliga góðkennast av limalondunum í ES ráðnum, áðrenn hon verður undirritað av báðum pørtum á politiskum stigi.

Væntandi verður tað tíðliga í heyst og síðani skal avtalan verða formliga góðkend í ávikavist Løgtinginum og Evropatinginum.

 

Hetta merkir, at longu í ár fáa føroyskir granskarar og fyritøkur luttikið í granskingarverkætlanum á jøvnum føti við granskarar og fyritøkur úr ES-limalondum, hóast formligu viðurskiftini ikki eru endaliga avgreidd.

 

Horizon 2020 er nýggja granskingarskráin hjá Evropasamveldinum fyri árini 2014 – 2020, og fevnir um stuðul til gransking, menning av nýggjari tøkni og nýskapan.

- Stórur dentur verður lagdur á at menna samstarv millum granskarar og vinnulívsfólk og brýr skulu byggjast millum gransking, nýskapan og framleiðslu, sigur Mentamálaráðið.

Málið er at skapa vøkstur og nýggj arbeiðspláss, umframt at loysa tær avbjóðingar, sum eru fyri framman.

 

Á myndini verður avtalan um luttøku Føroya í Horizon 2020 granskingarskránni stavváttað. Vegna Føroya Landsstýri, Kate Sanderson, sendikvinna Føroya í Brússel, høgrumegin, og vegna ES nevndina er tað Konstantinos Glinos úr DG Research and Innovation.