Nýggj álop á Belgorod í Russlandi

Fleiri atsóknir hava verið á býin, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í ár.

 

Í morgun verður sagt, at eitt fólk hevur latið lív og fýra eru særd í álopum á russiska býin, Belgorod.

 

Tað er Reuters, sum endurgevur russiskar keldur, ið siga frá álopinum.

 

Býurin, Belgorod, liggur nærindis markinum til Ukraina og hevur við jøvnum millumbilum verið raktur av álopum.

 

Í býnum, sum eisini er ein veitingarbýur í russisku krígsførsluni í Ukraina, hevur verið søkt av vápna-og oljugoymslum.

 

Fleiri slíkar atsóknir hava verið á býin, síðan Russland leyp á Ukraina hin 24. februar í ár.