Rennifelagið Hvirlan skipaði í kavanum í gjár fyri TF Vikuskiftiskapping Undir Kerjum omanfyri Havnina.
Hóast nakað av kava lá á rossagøtuni, tók hetta ikki hugin frá rennarunum, sum, saman við bønunum sum runnu beint undan teimum vaksnu, taldu yvir 100 fólk.
Líkt er til at kappingin er hørð í ár, tí eingin megnaði at endurvinna sigurin frá Toftum seinast.
Hjá monnunum var tað ein gamal kenningur, sum aftur megnaði at enda á ovastu rók. Eirikur Hansen úr Bragdinum hevur ikki vunnið eina kapping síðani 2010, men í gjár stóð eingin honum kurl. Fyrstu løtuna løgdu Jan Elmar Sørensen og Guðmundur Joensen hart fyri, men Eirikur og Julian Gregersen fylgdu teimum. Komnir út á vegin var tað Eirikur, sum setti ferðina upp. Jan Elmar royndi at fylgja, men mátti sum frá líður sleppa og Eirikur kom tí einsamallur á mál, 15 sekund framman fyri Jan Elmar Sørensen. Nummar eitt og tvey á Toftum skiftu sostatt pláss í gjár. Nummar trý gjørdist Guðmundur Joensen.
Hjá kvinnunum var eisini ein nýggjur vinnari. Rebekka Fuglø var á skeið í Danmark seinast, men var við aftur í gjár og gav vinnaranum á Toftum, Rigmor N. Arge, harða kapping. Hon fekk eitt hol aftur til Rigmor, men mátti stríðast hart við livurhøgg, fyri at halda veteraninum undan. Tað eydnaðist tó og Rebekka Fuglø kom á mál um ein hálvan minutt framman fyri Rigmor N. Arge. Duruta R. á Lofti varð nummar trý.
Úrslitini hjá veteranum, superveteranum, gentum, dreingjum og mansunglingum, eru at finna á fif.fo.










