- Vit mugu ikki gloyma, at vit í dag eru eitt land við túsundtals útlendingum, sum í líka so stóran mun sum vit sjálvi eru við til at byggja land, sigur stjórin í Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard.

Nýggir SSL-prísir: - Eitt ódámligt rák

- Ynskja vit eitt land, har vit allatíðina gera mun á føroyingum og útlendingum – antin fólk skulu ganga sær ein túr, koyra í undirsjóvartunlum ella ferðast við SSL, spyr Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

- Vit mugu ikki gloyma, at vit í dag eru eitt land við túsundtals útlendingum, sum í líka so stóran mun sum vit sjálvi eru við til at byggja land, sigur stjórin í Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard.

- Eg haldi, at tað sum heild er rætt at hækka prísirnar og ikki minst, at nýggja skipanin verður meira samhaldsføst fyri allar føroyingar. 

Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, nú landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Dennis Holm, í gjár kunngjørdi eina nýggja prísskipan fyri Strandfaraskip Landsins. 

- Tað, sum mær tó ikki dámar, er, at man við kategoriini ”útlendingar” velur at seta prísin eftir litinum av passinum hjá tær heldur enn eftir tínum keypsmynstri. 

Guðrið Højgaard vísir á, at orðið útlendingar fevnir jú eisini nógv breiðari enn til bara útlendskt ferðafólk, sum steðga her í nakrar dagar, men eisini til allar aðrar útlendingar í Føroyum, sum eru her í styttri ella longri tíðarskeið.  

- Vit mugu ikki gloyma, at vit í dag eru eitt land við túsundtals útlendingum, sum í líka so stóran mun sum vit sjálvi eru við til at byggja land – líkamikið, um tú kemur sum útlendingur fyri at arbeiða sum lækni í sjúkrahúsverkinum í nakrar vikur, sum tunnilsarbeiðari, skiftisnæmingur ella sum flakafólk. 

Stjórin í Visit Faroe Islands heldur, at okkara politiska skipan átti at spurt seg sjálva, hvat tað er fyri land, vit vilja hava. 

- Ynskja vit veruliga eitt land, har vit allatíðina gera mun á føroyingum og útlendingum – antin fólk skulu ganga sær ein túr, koyra í undirsjóvartunlum ella ferðast við Strandfaraskipum Landsins. 

Og Guðrið Højgaard leggur aftrat: 

- Hvat verður í so fall tað næsta? At útlendingar skulu gjalda 50 krónur fyri at keypa ein mjólkarpakka í FK, tí mjólkabøndurnir jú eisini eru stuðlaðir við skattapengum? 

Hon heldur, at hetta er eitt ódámligt rák, sum gevur tær eina keðiliga kenslu. 

- Tá eg sum føroyingur koyri í bussi í Keypmannahavn, gjaldi eg ikki meira enn danski síðumaðurin - bara tí, at eg havi ein annan lit í mínum passi. Eg gjaldi bert ein annan prís, um vit hava ymisk ferða-/keypsmynstur - at síðumaðurin t.d. ferðast dagliga og sostatt hevur eitt klippikort, og eg bert keypi ein eingangs ferðaseðil og tískil gjaldi ein hægri prís.  

Guðrið Højgaard heldur, at ein ferðaseðil við Smyrli átti at kosta tað sama fyri ein klaksvíking sum fyri ein danskara - og um annar av teimum valdi at ferðast ofta til Suðuroyar – ja, so fekk viðkomandi ein bíligari prís líkamikið tjóðskap.

 

 

- Vit mugu ikki gloyma, at vit í dag eru eitt land við túsundtals útlendingum, sum í líka so stóran mun sum vit sjálvi eru við til at byggja land, sigur stjórin í Visit Faroe Islands, Guðrið Højgaard.