Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Fuglafirði, har ÍF fær vitjan av NSÍ.
Felags fyri bæði liðini er, at venjararnir eru farnir úr starvi. Allan K. Jepsen er sagdur úr venjarastarvinum hjá NSÍ, og Ólavur Larsen hevur lagt frá sær sum venjari hjá ÍF.
Enn eru nýggir venjarar ikki settir. Tí vera tað hjálparvenjararnir, sum í dag fara at hava ábyrgdina. Í Fuglafirði er tað Agnar Prestá, og í Runavík er tað André Olsen. Felags fyri teir báðar er, at teir ongantíð áður hava havt høvuðsábyrgd av liði í bestu deildini.
Hjá ÍF er Bogi Reinert Petersen leikbannaður, og fleiri spælarar eru smáskaddir. Tað er eitt nú ivasamt, um Ari Ó. Ellingsgaard er førur fyri at spæla. Hann er aftur darvaður av skaða í knænum.
Hjá NSÍ er Jóhan Troest leikbannaður, Pætur Turiðarson Skipanes hevur brotið armin, og Tórður Thomsen og Búi Egilsson eru framvegis skaddir.
ÍF er á sjeynda plássi við 11 stigum fyri 15 dystir, og NSÍ er á fimta plássi við 27 stigum fyri 16 dystir.
Í fjórða umfari vann NSÍ 3-0 á heimavølli ímóti ÍF. Ta ferðina skoraðu Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen og Jacob Trenskow málini.
ÍF – NSÍ: Rúni Gaardbo kl. 15.00.









