Nýggir Leigubústaðir í Streymnesi

Byggifelagið Norðhús og Seve eru í ferð við at byggja 7 íbúðir fyri Bústaðir í Heinagerði í Streymnesi.

 

Talan er um bygging í einari hædd, og sum verður bygd í einari lon. Íbúðirnar verða umleið 77 fermetrar til støddar og hava køk/stovu í einum, tvey sovikømur og baðirúm. Til hvørja íbúð hoyrir úthús og terassa. Íbúðirnar fara at verða hitaðar við jarðhita. Góð parkeringsviðurskifti verða á økinum.

 

Íbúðirnar verða lidnar í 2024