Nú hava nýggir dekkarar fingið prógv á Sjónámi í Klaksvík. Í hesum flokkinum vóru níggju dekkarar, ella skipsatstøðingar, sum tað eitur nú á døgum og hetta er annar flokkurin, ið tekur útbúgvingina sum skipsatstøðingur í Sjónámi.
Støðið undir útbúgvingini er altjóða sáttmálin um útbúgving av sjófólki.
- Skipsatstøðingar við handlisskipum í altjóða sigling, eisini føroyskum skipum, skulu hava staðið prógv sum skipsatstøðari eftir altjóða reglum um manning av skipum, sigur Sjónám.
Útbúgvingin tekur fimm mánaðir, og hon er býtt upp í sjóvinnulig evni, sum eru 60 prosent av íutbúgvingini, og verklig evni, sum eru 40 prosent. Sjóvinnuevnini eru siglingarlæra, samtíðarkunning, veðurlæra, og annað, og verkligu evnini eru smiðjulæra, viðlíkahald og arbeiðstrygd, og annað.
Undir lesnaðinum hava skipsatstøðararnir eisini verið m.a. á trygdarskeiði, bátaføraraskeiði, roykkavaraskeiði, radioskeiði, umframt á skeiði í verndaransni, sjóvinnu - enskum og reinføri.
Á myndini eru teir nýggju atstøðingarnir. Aftara rað frá vinstru: Rókur Eyvindson, Tórshavn, Bjartur Olsen, Argir, Fríði av Vollanum, Tórshavn, og Andru Poulsen, Norðoyri. Fremra rað frá vinstru: Jón Hilmar Gerðarlíð, Klaksvík, Arni Rasmussen, Norðragøta, Janus á Bøgarði, Kaldbak, Hans Jákup Davidsen, Kvívík, Eli Arge Borgarklett, Klaksvík og Ragnar Ludvig, deildarleiðari.