Nýggir beinkir í Steinatúni

Nú ber aftur til at sita, tá tú bíðar eftir bussinum í Miðbýnum í Havn

 

Tað hevur vakt undran, at eingir beinkir hava verið í Steinatúni í Miðbýnum í Havn seinastu tíðina.

 

Men nú eru beinkir aftur at síggja Steinatúni. Á býráðnum høvdu tey leitað uttanlands eftir nýggjum benkrum, men í samstarvi við Nomatek endaði tað við eini føroyskari loysn.