Í gjár kom nýggi Vesturvarði á Sørvág, og tað var sannur hátíðardámur á keiini, har stór móttøka var, og nógv fólk var komið at síggja skipið.
Tað var seint í fjør at Vesturvarði bleiv keyptur úr Orknoyggjunum, og síðani hevur hann verið á skipasmiðu í Thyborøn í Danmark, har hann er blivin forlongdur til góðar 41 metrar. Hetta var sama skipasmiðan, sum bygdi skipið í 2019.
Nógv fólk vóru og tóku ímóti.
Hetta skrivar Sørvágs kommuna á www.sorvag.fo, og har sæst eisini røðan hjá Eyð Ellingsgaard, borgarstjóra, og fleiri myndir frá móttøkuni eru eisini at síggja.











