Nýggi terminalurin er nú latin upp

Í morgun klokkan sjey lat nýggi terminalurin á flogvøllinum í Vágum upp, og í tí sambandi er serligur hátíðardagur í Vágum í dag.

Í morgun klokkan sjey lat nýggi terminalurin á flogvøllinu í Vágum upp, og í tí sambandi er serligur hátíðardagur í Vágum í dag.

 

Tey fyrstu, ið verða avgreidd í nýggja terminalurin eru ferðafólkini, sum fara við flogfarinum nú klokkan 8:15, og tey fingu øll morgunmat frá Vága Floghavn.

 

Stórt tiltak verður frá klokkan 14:30 til 16:30, tá terminalurin verður opin fyri øllum, og tá Johan Dahl at klippa snórin og halda røðu, eins og Kitty May Ellefsen, forkvinna í nevndini fyri Vága Floghavn, eisini fer at halda røðu.

 

Í gjár var bygningurin formliga avhendaður í nýggja fundarhølinum hjá Vága Floghavn. Til staðar vóru umboð fyri Articon, Faerport, Vága Floghavn og spf. Ráð.

 

– Vága Floghavn fegnast um arbeiðsgongdina og takkaði Articon fyri sera gott samstarv í samband við byggingina á flogvøllinum, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

 

– Arbeiði hevur gingið væl, hóast veðrið í vetur, hevur verið søguliga vánaligt. Allir partar hava arbeitt miðvíst fram ímóti at tryggja, at fíggjar- og tíðarætlan kemur til at halda. Og tað er alt sum bendir á, at bæði tíðar- og fíggjarætlanin heldur, sigur hann.