"Nýggi Ronaldo" til Manchester United

Louis van Gaal ætlar sær eisini Felipe Anderson, sum styrk til hópin hjá sær

So er flytingarvindeygað latið upp, og verður nógv at frætta um spælarakeyp og spælarasølur restina av januar mánað.

 

Høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Louis van Gaal er úti um seg, og sambært bretska blaðnum "The Telegraph" ætlar Louis van Gaal at keypa "Tann nýggja Ronaldo", vongin hjá portugisiska Benfica, sum eitur Goncalo Guedes. Sambært The Telegraph kann Goncalo Guedes tilføra spælinum hjá Manchester United nógv í framrættaða spælinum. Portugisiski, Goncalo Guedes er bert 19 ára gamal. Arsenal hevur eisini víst honum stóran áhuga. 

 

Sambært sama blaði er Felipe Anderson hjá italska Lazio eisini í sjóneykuni hjá Louis van Gaal. Leysasøgur vilja verða við, at Felipe Anderson er á gáttini til at skriva ein fimm ára sáttmála við Manchester United. 22 ára gamli brasilianski miðvallarin hevur eisini eitt dundurskot, sum hann hevur víst í verki fyri Lazio í italsku Seriu A.