Nýggi aðalskrivarin í Norðuratlantisku Hvalaveiðinevndini hevur áður búð og starvast í Føroyum, boðar Løgmansskrivstovan frá í dag.
Tað er Dr. Geneviève Desportes, sum verður nýggjur aðalskrivari í Norðuratlantisku Hvalaveiðinevndini, NAMMCO. NAMMCO er stytting fyri the North Atlantic Marine Mammal Commission, er altjóða samstarv millum Grønland, Ísland, Føroyar og Noreg.
Franska Geneviève, sum er búsitandi í Danmark, arbeiddi eitt skifti í Føroyum fyri Landsstýrið og Náttúrugripasavnið. Í síni starvsleið, hevur hon fingist við einari røð av bæði ES- og Norðurlendskum verkætlanum í sambandi við havsúgdjór.
Seinastu 22 árini hevur Geneviève eisini umboðað Føroyar í vísindanevndini hjá NAMMCO, har hon millum annað hevur verið nevndarformaður. Hetta hevur við sær, at eitt nýtt føroyskt umboð skal finnast fyri hana í næstum.
Sitandi aðalskrivarin, Dr. Christina Lockyer, fer frá fyri aldur, og Geneviève Desportes tekur við tann 1. apríl 2015.