Nýggi Klaksvíkingur flotaður í kvøld

- Við nýggjum báti og framúr manning sær alt lovandi og spennandi út, halda tey í Klaksvík.

Í kvøld varð nýggi Klaksvíkingur - flaggskipið hjá róðrarfelagnum í Klaksvík - flotaður. 

 

Tað veit heimasíðan hjá Norðlýsinum at siga í kvøld, og tað er eisini Norðlýsið, sum eigur viðheftu mynd.

 

- Í fleiri ár hevur Klaksvíkingur verið ímyndin av 10-mannafarsróðrinum á føroysku ítróttarstevnunum, og Klaksvíkar Róðrarfelag ætlar ikki, at tað skal verða øðrvísi í ár.

 

Lagt verður aftrat, at tá hetta er ein nýggjur bátur, og manningin, sum heimasíðan tekur til, er framúr, sær alt lovandi og spennandi út.

 

- Fleiri talur vórðu hildnar við róðrarneystið í kvøld, skrivar heimasíðan, sum annars hevur fleiri myndir frá hátíðarløtuni, tá nýggi klaksvíkingur varð flotaður.