Nýggi amboðskassin hjá Norton

Norton Utilities, PC-læknin frá 80-unum, er komin aftur í einari nýggjari og sóðari útgávu fyri Windows 95

Tað finst ein rúgva av smáum og stórum forritum, sum kunnu optimera, reorganisera, defragmentera og reparera okkara teldur aftur og fram, men tað finnast bert fá, ið sum Norton Utilities hevur savnað øll hjálparforrit í einum lættgjørdum amboðskassa.

Flestu teldubrúkarar kenna helst Norton Utilities, sum frá byrjanini av 80-árunum var ultimativa bjargingin, tá óhappið hendi. Forritið er nú komið ? hugsi fyri 11. ferð ? í nýggjari útgávu, hesaferð sum 3.0 fyri Windows 95, og her er hent eitt og annað.


Nýggj tól

Brúkaraflatan er annaðleiðis vøkur og einføld. Høvuðsmenuin savnar alt, so tú við heilt fáum klikkum hevur yvirlit yvir kassan og skjótt kanst finna rætta amboðið.

Størsta nýggjasta er WinDoctor, eitt heilt nýtt forrit. Við tí ber til at finna system- og softwarefeilir, kanna skeivar innstillingar í Windows Registry og hartil fáa rætta fleiri av feilunum heilt av sær sjálvum. Registry er ein stór databasa, har Windows og onnur forrit goyma konfiguratiónsupplýsingar. Oftast er talan um feilir, sum ein sjálvur ómøguligt kann finna fram til, og sum fær forritið at arbeiða seint ella als ikki starta. Eitt avgerandi amboð fyri allar Windows 95 brúkarar, skuldi ein meint.

Eitt annað gott nýtt er Optimization Wizard, sum lætt og effektivt optimerar Windows við m.a. at komprimera Windows Registry, ella við at leggja allar teir mest nýttu forritslutirnar inn í minnið, áðrenn teir verða nýttir. Tað setur alt ferð á forritsgongdina.


Tey góðu gomlu

Tey góðu gomlu forritini hava fingið eitt andlitslyft og eru betrað munandi. Tað er galdandi fyri eitt nú CrashGuard, ið er eitt snilt forrit, ið kann hindra, at ein forritsfeilur endar við, at virðismiklir upplýsingar verða mistir.

Tá ein fær tey keðiligu boð, at eitt forrit hevur gjørt eina ólógliga handling, so gevur CrashGuard møguleikan fyri at goyma fílir og sløkkja forritið á vanligan hátt, so at ein ikki missir tað, ein júst hevur gjørt. Og DiscDoctor, Rescue Disc, System Doctor eru øll við í uppdateraðu útgávunum.

DiscDoctor við sínum systempaneli er eitt gott eftiransingaramboð við hópinum av sonevndu real-time sensorunum, sum alla tíðina hevur eyguni við so at siga øllum á telduni: drevi, swap file, minni, CPU, virus, cache og nógvum øðrum. Til ber at stilla sensorarnar á fleiri ymiskar hættir og at fáa forritið at siga frá, um eitt nú fría minnið kemur niður undir eitt ávíst mark.


Fakta

Norton Utilities 3.0 fyri Windows 95 kann setast í ein 486?ara við 8 MB ram og við plássi til millum 35 og 45 MB data á harðdiskinum. Tað er eitt dýrt forrit, men til ber at fáa eitt ókeypis demo á heimasíðuni hjá framleiðaranum í 30 dagar. Heimasíðan er www. symantec.com. Tað kann loysa seg. Ikki bert fær ein optimera teldu sína, men til ber eisini at læra ikki so lítið um innaru lutirnar í telduni við at nýta forritið.