Nýggi Airbussurin hjá Atlantsflog á veg heim

Fyri lítlari løtu síðani fór nýggja Airbus 320 flogfarið hjá Atlantsflog av flogvøllinum hjá Airbusverksmiðjuni í Hamburg við kós beinleiðis ímóti Føroyum.

 

Við í nýggja flogfarinum eru eitt ferðalag við umleið 100 fólkum við nevnd og leiðslu í Atlantsflog og Poul Michelsen, landsstýrismanni í vinnumálum, á odda. Við í ferðalagnum eru eisini fleiri føroyskir fjølmiðlar bodnir við.

 

Ferðalagið kom til Hamburg um middagsleitið, og seinnapartin hevur rundvísing verið á Airbusverksmiðjuni, har gestirnir hava sæð, hvussu eitt Airbus 320 flogfar verður framleitt.

 

Flogferðin heim tekur tveir tímar.