Nýggj ljós við vøllin á Svangaskarði til heystar

- Eftir ætlan verða nýggju ljósini við vøllin á Svangaskarði tikin í nýtslu um mánaðarskiftið august/september 2023, siga tey í Nes kommunu.

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu og Hans Arni Davidsen, stjóri í Sp/f HD-EL

Á býráðsfundi í Nes kommunu hin 30. mai varð samtykt at taka av tilboði frá Sp/f HD-EL við Hans Arna Davidsen at veita nýggj ljós til vøllin á Svangaskarði.

 

- Í morgun varð so arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, og Hans Arni Davdisen, stjóri, undirskrivaði fyri Sp/f HD-EL.

 

Tað siga tey í Nes kommunu í dag.

 

Sagt verður, at Jóhan Magnus Gunrim frá SMJ hevur ráðgivið, og Henning Olsen frá Teknistovuni í Gøtu hevur byggileiðsluna.

 

- Verkfrøðingafyritøkan Spenn hevur teknað og gjørt eina kostnaðarmeting av fundamentunum.

 

Í Nes kommunu siga tey, at arbeiðið við fundamentunum verður boðið út millum nakrar arbeiðstakarar fyrsta dagin. 

 

- Eftir ætlan verða nýggju ljósini við vøllin á Svangaskarði tikin í nýtslu um mánaðarskiftið august/september 2023, verður lagt aftrat.

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu og Hans Arni Davidsen, stjóri í Sp/f HD-EL