Hálvi føroyingurin Marc Nygaard var blandaður upp í tað mesta, tá Randers vann seinasta dystin í hesum kappingarárinum í superliguni. Randers spældi í Brøndby og vann 2-1. Marc Nygaard skoraði fyrra málið hjá Randers, og hann legði upp til tað seinna. Hann hevði eisini aðrar naskar royndir. Sigurin hevði við sær, at Randers endaði sum nummar 6 í superliguni – millum annað frammanfyri Brøndby.









