Nygaard til Danmarkar at spæla

Hálvi tvøramaðurin Marc Nygaard skiftir úr enska felagnum QPR til danska Randers at spæla. Marc Nygaard hevur nógvu seinnu árini spælt í útlandinum, men nú leitar álopsspælarin við føroysku ættarbondunum heimaftur til Danmarkar. 31 ára gamli Marc Nygaard skiftir nú til Randers at spæla. Síðani 2005 hevur Marc Nygaard spælt fyri enska felagið Queens Park Rangers, og áðrenn tað spældi hann í hollendskum, belgiskum og italskum fótbólti. Hann hevur spælt seks A-landsdystir fyri Danmark.