Nygaard skoraði tvær ferðir

Álopsspælarin Marc Nygaard, sum hevur ættarbond á Tvøroyri, skoraði leygardagin tvey mál fyri felag sítt Queens Park Rangers. QPR spældi ímóti Leicester í næstbestu deildini, og dysturin endaði við 3-1 til QPR. Fyrra málið hjá Nygaard var við brotssparki til støðuna 2-0. Nakað seinni legði hann QPR á odda 3-0, áðrenn Leicester fekk pyntað um úrslitið. Við sigrinum kom QPR upp um niðurflytingarstrikuna.