Nygaard skoraði og varð útvístur

Hálvi tvørámaðurin Marc Nygaard var rættiliga í brennideplinum í dystinum ímillum Queens Park Rangers og Watford leygardagin. Hann skoraði málið hjá QPR í 1-2 tapinum, men varð síðani vístur av vøllinum. Fyrst fekk hann gula kortið fyri at lata seg úr troyggjuni, eftir at hann hevði skorað, og løtu seinni fekk hann seinna gula kortið fyri at brúka seg.
- Marc veit, at hann sveik liðið. Hann vil sera fegin gera tað gott aftur, men við hvørt er neyðugt at stýra sær. Møguliga verði eg noyddur at geva honum eina bót, sigur QPR-venjarin Gary Waddock við BBC.