Nygaard skoraði fyri QPR

Hálvi tvørámaðurin Marc Nygaard skoraði málið, tá ið Queens Park Rangers spældi javnleik 1-1 ímóti Derby Skírisdag. Hetta var nóg mikið til at tryggja støðuna hjá QPR í næstbestu ensku deildini, og málið var tað áttanda hjá Nygaard í hesum kappingarárinum. Í gjár spældi QPR ímóti Norwich, men teir taptu dystin 3-2.