Nygaard skoraði

Roda tykist hava fingið gott tak á íslendska Fylkir, sum hevur lítlar og ongar møguleikar at halda fram í UEFA Cup

 

Holland


Hóast døpru tíðindini eftir stóra skelkin í USA týskvøldið, so spældu teir altjóða fótbólt í Europa, um enn tað ikki varð gjørt so nógv burturúr, sum tað plagar at verða gjørt.

Ein av dystunum var tann í Roda í Hollandi. Roda og hálvi føroyingurin og danski landsliðsspælarin, Marc Nygaard, var við í álopinum hjá Roda, sum hevði vitjan av Fylkir í Reykjavík.

Hollendska liðið vann 3?0. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað er heilt nógv, sum bendir á, at dysturin á Laugardalsvøllinum um fjúrtan dagar verður ein avgreiðsluspurningur.

Roda var væl betri fyri enn íslendsku gestirnir, og í 1. hálvleiki fingu teir eitt mál. Tað skoraði Marc Nygaard í 23. minutti. Í 2. hálvleiki øktu teir tvær ferðir.