Nygaard hevur spælt tveir dystir, tapt báðar, og hevur ikki gjørt nakað mál. Nú er hann eisini blivin skaddur, og hann var tí uttanfyri, tá ið Randers sunnudagin spældi ímóti Esbjerg. Randers vann dystin, og einasta málið í dystinum gjørdi liðformaðurin Ralf Pedersen.