Nygaard í Randers

Í gjár spældi hálvi føroyingurin Marc Nygaard sín fyrsta dyst fyri danska felagið Randers

Dysturin var í steypakappingini, og Randers var á útivølli ímóti Brøndby. Vertirnir løgdu seg á odda 2-0, áðrenn Randers minkaði um munin til 2-1. Dystirnir um vikuskiftið vóru í fjórðingsfinaluni í steypakappingini, og komandi vikuskiftið byrjar landskappingin aftur.