Nú seinastu dagarnar er prísur settur á, hvussu nógv tað kostar at bera suðringar í heim. Tað er líkasum lagt upp til, at tað kostar ov nógv at hava føðideild á Suðuroyar Sjúkrahúsi, og krónutal pr nýføðing er ásett. Slíkari óvirðiligari viðferð skal man leita leingi eftir. Málið kann als ikki vigerðast á slíkan hátt. Slíkt kann als ikki gerast upp í pengum, men í virðum. Nýføðingarnir eru ikki dyrir, men dýrabarir !
Vit eru vitandi um, at tað er komið eitt tilmæli frá landslæknanum, um at fáa allar føðingar í Føroyum savnaðar á Landssjúkrahúsinum. Og víst verður á, at hetta er ein faklig meting útfrá trygdini, sum er best í Havn, tí Landssjúkrahúsið hevur fleiri og betri fakligir førleikar enn Suðuroyar Sjúkrahús. Málið hevur verið til hoyringar hjá avvarðandu pørtum, og enn hevur landsstýrismaðurin ikki tikið nakra avgerð í málinum, so vit vóna tað besta.
Faklig atlit eiga sjálvsagt altíð at viga høgt, men spurningurin er um tað eru einastu atlit vit skulu taka í Føroyum, og um hesi atlit ikki eiga at vigst upp ímóti tí samfelag vit liva í. Eitt oyggjasamfelag, har tað skal vera liviligt allastaðni í landinum, og sum tekur støði í teimum treytum vit sum oyggjabúgvar liva undir. Um ikki samfelagsligu atlitini takast við, so kundi man eins væl sagt, at tað ikki er trygt at liva í Føroyum, og lættast er at flyta øll til ein stórbý í Europa.
Fari at heita á landsstýrismannin um at taka hesi atlit við áðrenn hann tekur støðu í málinum.
Fjarstøðan suðuroyggin hevur frá restini av landinum ger at tað ikki ber til at sleppa til Havnar, tá ið tørvur er á tí. Kanska er ongin fartur fyrr enn næsta dag ! Tí ber ikki til at tosa um soleiðis at flyta føðingarnar, tá ið onki landafast samband er. Ei heldur sær út til at vera greiða á hvar konurnar, í fall tær skulu vera í Havn í 3-4 vikur, skulu búgva ? Konur sum í mongum førum eiga onnur børn, sum tær kanska skulu vera burturfrá í vikuvís. Hetta er ein stórur trupulleiki, og fer uttan iva at viðføra strongd og trupulleikar í familjunum, sum samanumtikið fer at hava sera negativa ávirkan á byrjanina av nýggju familjustøðunu. Ein tíð, sum átti at verið besta tíðin í lívinum, spírin til nýggju familjuna.
Somuleiðis ger tað nakað við trygdina um man velur at taka føðingarnar burtur úr oynni. Tað koma altíð at vera konur, sum eiga í ótíð og eisini nýføðingar, sum vera bráfengis sjúkir. Í hesum støðum fara fólk á Suðuroyar Sjúkrahús at eiga, og til viðgerð. Hevur man tá tikið hetta starvsøkið út, hevur man tikið førleikan at handfara hesar støður burtur, og tá hava vit ein álvarsaman trupulleika við trygdini , tí tá er førleikin burtur.
Vit hava júst í seinastu viku upplivað at ongin tyrla var tøk, og at Smyril ikki fekk røkt siglingina eftir ferðaætlanini vegna tekniskt brek.Tað vil siga at slett ongin fartur var. Havt skulu vit gera í slíkum støðum. Jú tá liva vit trygt við vissuni um, at vit hava Suðuroyar Sjúkrahús. Í slíkum førum høvdu vit verið illa stillaði um føðideild ikki var, tí hvør skal tá taka ímóti ? og tað er akkurát tað vandamál, sum er fyri framman um man soleiðis tekur øll specialini úr einum sjúkrahúsið. Tað vil einans vera ein seigpíning, og ein máti til spakuliga at niðurlaga og niðurleggja alt virksemi á sjúkrahúsinum. Tí um einans røktarparturin er eftir, so verður ikki grunddarlag fyri einum sjúkrahúsið framyvir.
Í Suðoyonni hava vit høgt tal av pápum sum eru sjómenn og sum arbeiða uttanlands. Tí vera stórir trupulleikar fyri konurnar at vera burtur so leingi. Tað verður eisini ein fíggjarligur trupulleiki, um familjan sjálv skal útvega sær okkurt at vera í meðan tey bíða í Havn. Tí er hetta ikki gott.
Um man nú vendi øllum á høvdi og segði, at tað ístaðin fór at vera fokus á á, hvussu man heldur fær bøtt um tað trygd man metir manglar á Suðuroyar Sjúkrahúsið, so hevði hetta eisini verið ein møguleiki at loyst hetta málið uppá. Ein annar máti er at lata konur velja hvar tær vilja eiga. Tað gera tær i storan mun eisini nú, men eg hugsi um, at familjurnar fáa høvi at velja útfrá kendum treytum og ítøkiligum upplýsingum um, at velur tú at eiga í Havn, so merkir tað hetta, og eigur tú í Suðuroynni, so merkir tað hatta.
Støðan í dag er at allar barnakonur við komplikatiónum vera vístar til Havnar. Við góðari visitering ber til at minka munandi um vandan fyri komplikatiónum undir føðing. So tær føðingar, sum eru eftir í oynni eru tær sum vera mettar sum ganska vanligar føðingar. Um man nú skal halda seg til tilráðingarnar hjá heilsustýrinum, so siga hesa nógv um akkurát hvussu visiterast skal, so tað eru greiðir mannagongdir fyri hesum. Heilsustýrið sigur eisini at konan kann velja at eiga heima um alt er “normalt” Tað kann tí aldrin vera so livandi galið at tú kanst velja at eiga heima, men ikki á Suðuroyar Sjúkrahúsið !
Vit liva enn í vónini um at Karsten Hansen fer at velja at varðveita Suðuroyar Sjúkrahús sum føðistað
Sirið Stenberg Tjóðveldi









