Nýbygningur í Kina til Føroya sjósettur

Eimskip byggir í løtuni tvey nýggj farmaskip í Kina. Annað skipið er nú sjósett

Eimskip byggir í løtuni tvey nýggj farmaskip í Kina. Annað skipið er nú sjósett.

 

Skipið er 180 metrar langt og 31 metrar breitt. Tað lastar 2.150 TEU.

 

Skipið verður partur av føroyaleiðini, og tað verður væntandi latið eigarunum tíðliga í summar.

 

Sum myndin vísir, so verður skipið skrásett í Føroyum.