Nýbrot innan fótbóltsskógvar

Tveir av risunum innan ítróttarklæði hava í dag kunngjørt eitt nýtt slag av fótbóltsskom. Og talan er um satt nýbrot.

Tveir av risunum innan ítróttarklæði hava í dag almannakunngjørt eitt nýtt slag av fótbóltsskóm. Hjá Nike er talan um eina sokallaða Magista fótbóltsgaggu og fyri Adidas eitur nýggja slagið Primeknit FS.

 

Talan er um nakað so óvanligt sum hondseymaðar fótbóltsskógvar. Tað sum ger hesar gaggurnar eyka óvanligar er eisini tað, at tær fara longur upp um fótin enn vanligir fótbóltsskógvar gera.

 

Nike greiðir frá at skógvarnir eru so tunnir, at tað kennist sum um at spæla í einum handskum um føturnar.

 

Tí eru eisini fleiri spurnartekin sett við trygdina á fótbóltsskónum. Bæði tí at skógvarnir eru so tunnir og eisini tí at skógvurin fer so høgt upp. 

 

Men Nike vísir atfinningunum aftur. Teir svara at sjálvt um talan er um tunnar fótbóltsskógvar, so er skógvurin gjørdur soleiðis at hann fer uppum fótin. Orsøkin til at hann fer uppum fótin er fyri at vatn og kuldi ikki so lætt sleppur inn í gagguna, umframt at skógvurin hevur eitt serligt slag av klædningi.

 

Báðar gaggurnar eru gjørdar serliga til HM í Brasilia í summar. Tískil koma gaggurnar ikki út fyrrenn í mai einaferð.

 

Adidas hevur tó eitt líknandi slag, ið kemur út longu í marts. Her er talan um hondseymaðar gaggur, men ikki um tað slagið, ið fer uppum fótin.

 

Liverpool leikarin Luis Suarez verður fyrsti leikarin, ið fer at spæla í Adidas gaggunum.

 

Lítil ivi man vera um, at vit í Føroyum eisini fara at síggja fleiri leikarar í hesum slagnum av gaggum í framtíðini.