Ny Alliance triðstørstur

Var fólkatingsval í Danmark nú, hevði Ny Alliance fingið triðflestar atkvøður. Tað sæst í einari meiningakanning, sum Megafon hevur gjørt.

Kanningin gevur Ny Alliance 11,3 prosent av atkvøðunum, og tað eru bara Sosialdemokratarnir og Vinstri, sum fáa meiri. Við 11,3 prosentum av atkvøðunum hevði Ny Alliance fingið 20 tinglimir.

Undirtøkan hjá Ny Alliance er kortini væl minni enn í einari kanning fyri 14 døgum síðani. Hon gav flokkinum meiri enn 16 prosent.

Hevði fólkatingsval verið nú, hevði tað fallið Ny Alliance í lut at avgera, um Anders Fogh Rasmussen skuldi hildið fram sum forsætisráðharri.