Á næsta fólkatingsvali verður eingin ivi um, at Ny Alliance fer at peika á ein borgarligan forsætisráðharra Tað verður eingin slingur í valsinum hjá Ny Alliance, tá fólkatingsval verður útskrivað næstu ferð. Flokkurin er borgarligur og fer at peika á ein borgarligan politikara sum forsætisráðharra.
Tað segði Naser Khader í dag, eftir at leiðan í Ny Alliance hevur umrøtt støðuna á fundi í Korsør teir báðar seinastu dagarnar.
-Vit hava ikki verið nóg greið, og tí gera vit nú púra greitt, at vit eru partur av teirri borgarligu familjuni, sigur Naser Khader.
Upp undir fólkatingsvalið í novembur gloppaði Ny Alliance dyrnar fyri at styðja eitt sosialdemokratiskt forsætisráðharraevni.
-Tað var eftir øllum at døma eitt mistak, sigur Naser Khader nú.