Ny Alliance skal bjarga stjórnini

Danska stjórnin roynir at fáa eina semju við Ny Alliance, so stjórnin sleppur undan at fáa meirilutan av Fólkatinginum ímóti sær Sambært donskum fjølmiðlum ganga samráðingarnar tann rætta vegin, soleiðis at Ny Alliance fer ikki at koma stjórnini í minniluta í spurninginum um tey iraksku flóttafólkini.

Naser Khader, formaður í Ny Alliance, segði í gjárkvøldið, at kom stjórnin við onkrum, sum flokkurin kundi góðtaka, so var Ny Alliance til reiðar at tosa um tað.

Orðaskiftið í Fólkatinginum um tey iraksku flóttafólkini byrjar á døgurða. Politiski viðmerkjarin hjá Ekstrablaðnum, Hans Engell, sigur í morgun, at hann ivast ikki í, at Ny Alliance fer at styðja stjórnina.