Landsverk fer at stovna eitt nýtt tunnilslið, sum eftir ætlan fer at bora tunlarnar til smærru bygdirnar.
– Hesar farleiðir hava í mong ár ikki verið nóg tryggar, og løtan er tí komin til at gera tunlar heldur enn at bøta um verandi vegir, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Á fíggjarlógini fyri 2018 verður peningur játtaður, so Landsverk kann útvega sær boriútgerð og fara undir at bora so langt, sum játtanin røkkur á hvørjum ári.
Nakrar av farleiðunum, ið hava verið nevndar, eru farleiðin til Fámjins, til Dals, Tjørnuvíkar og til Gjáar umframt aðrar. Støða er ikki enn tikin til raðfylgjuna av tunlunum.
Mett verður, at tað er bíligari at lata Landsverk gera tunlarnar til smærru bygdirnar, tí tá verða teir gjørdir fyri kostprís, og játtanin røkkur longri.
Gásadalstunnilin, ið lat upp fyri almenninginum fyri 10 árum síðani, var seinasti tunnilin, ið Landsverk sjálvt gjørdi, og var hann bíligur at gera.
Væntandi kann tunnilsliðið bora umleið 750 metrar um árið.
Landsstýrismaðurin fer í næstum saman við Landsverki at viðgera, hvør ið skilabesta skipanin av tunnilsliðnum og boringini er, skrivar Samferðslumálaráðið.