Næsta ár verður ein nýggj dátumiðstøð liðug í Nuuk í Grønlandi, sum skal hýsa tí mest kritiska undirstøðukervinum.
Tað sigur grønlendska telefelagið Tusass í tíðindaskrivi.
- Ein nýmótans dátumiðstøð í Nuuk at hýsa okkara mest kritiska undirstøðukervi, er neyðug. Tað snýr seg ikki bara um veitingartrygd, men eisini um almennu samfelagstrygdina, sigur Jonas Hasselris, varastjóri á Tusass.
Farið verður undir at byggja sum skjótast, og 155 milliónir krónur er samlaða játtanin til bygningin, sum grønlendska Permagreen verður arbeiðstakari fyri.
Dátumiðstøðin verður bygd í Qinngorput við eyka backup til streym, køliútgerð og samband. Tað er ein útjaðari í Nuuk.
Sambært Tusass gevur hetta "møguleikan at hýsa aðrari kritiskari samskiftisútgerð til telefon og internet".
Í Eystrasalti hevur sabotasja verið á fleiri sjókaðalar, sum verða mettir at vera kritiskt undirstøðukervi.
Í 2019 kom ein trolari hjá Isortaq Trawl ov nær sjókaðalinum 30 kilometrar sunnan fyri Sisimiut og reiv kaðalin.
Skaðin á kaðalin hevði við sær, at fólk á strekkinum frá Sisimiut til Upernavíkar stríddust við sera seint internet í langa tíð.
Internetsignalið fór ígjøgnum radioketuna, og tað skapti ein fløskuháls, sum førdi til sera lága ferð í fýra mánaðir. Felagið mátti rinda endurgjald á tíggju milliónir krónur.
Sjókaðalbrotið sunnan fyri Sisimiut var bara eitt av trimum brotum í tríggjar mánaðir um ársskiftið 2019. Samlaða rokningin var knappar 72 milliónir krónur hjá Tusass.
Yvirhøvur mugu grønlendsku sjókaðalar verða betri vardir, heldur forstjórin í telefyritøkuni, Toke Binzer.
Sambært miðlinum Sermitsiaq mælir hann til, at ein nýggjur sjókaðal við sensorum á havbotninum verður settur skjótast gjørligt, sum bindur londini í Norðuratlantshavi saman.
Sensorar kunnu brúkast til at síggja, hvørji skip fara framvið sjókaðalinum.
- Hetta ger, at tú kanst síggja og møguliga fyribyrgja sabotasju móti sjókaðalinum, hevur hann áður sagt við Sermitsiaq.
/Ritzau/