Nútímans samfelagið setir krøv um lívslanga læring

Nútímans samfelagið, ið sambært serfrøðingar er eitt seinmodernað samfelag, er bæði fjøltáttað og torgreitt. Tað krevur av borgaranum eitt ávíst stig av vitan og førleikum. Til ber eisini at siga, at kravið um at læra seg nakað og dagføra sína vitan, er mikið átrokandi.

 

Tí meti eg, at stundin er komin at sett verður á stovn ein depil fyri vaksnamannaútbúgvingar. Alneyðugt er at skipa soleiðis fyri, at eitt supplerandi skúlatilboð er til vaksin fólk. Umráðandi er at tey, sum av einari ella aðrari orsøk, ikki fingu gjørt seg lidnan við fólkaskúlan ella eitt vanligt miðnám á ungum árum, hava møguleikan at fara í skúla aftur.

 

Konseptið vaksnamannalæring er ment við tí fyri eyga, at einstaklingurin kann gera tær tillagingar sum er brúk fyri, eitt nú um so er at tey ætla at fáa sær eina útbúgving, har miðnám ella HF-prógv er krav, ella at tey eru komin soleiðis fyri, at tey mugu umskúlast o.s.v.

 

Á einum slíkum depli eru eisini gyltir møguleikar at royna alternativar skúlaformar, eitt nú fjarlestur. Í dag eru flestu fólk væl fyri viðvíkjandi kunningartøkni og tí er einki til hindurs fyri, at tey lesa umvegis neti t.d. einkultfak á HF, sum við tíðini kann blíva til eitt heilt HF-prógv.

 

Á deplinum fyri vaksnamannaútbúgvingar kundi eisini verið sett á stovn effektiv og intensiv skeið í føroyskum, so at gestir okkara frá heimsins londum, (ikki so fá eru komin higar, og blíva verandi)  fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum og grundarlag er fyri einari jaligari integratiónsgongd, teimum og okkum at frama.

 

Tá ið ein er vaksin, kann vera møtumikið at seta seg aftur á skúlabonk saman við nógv yngri næmingum og heldur hetta mongum aftur at fara undir eitt fyrreikingarskeið, sum er lýst omanfyri. Sum nú er, er ikki óvanligt at t.d. stakir uppihaldarar fara til Danmarkar á tað tey har kalla Voksen Undervisnings Center (VUC). Um hesi skulu byrja heilt “frá botni” kann hetta skeið taka eini 3 ár. So er ikki óhugsandi at børn og vaksin fella til í danska lokalsamfelagnum og  lukrativu sosialu veitingarnar, gera tað eisini stak liviligt. Tá verður trupult at flyta seg heim aftur til Føroyar.

 

Vit eiga at gera tað møguligt at fyrireika seg til eina útbúgving her heima, eisini uttan um vanligu skúlaskipana, og um ein er mitt í lívinum. At hava eina stutta, miðallanga ella hægri útbúgving, er ein tíðandi partur í persónliga frælsinum hjá mannabarninum, serliga í vesturheiminum, sum vit eru ein partur av.

 

Súsanna Olsen, námslektari