Pietro Ferrero, stjórin fyri Nutella, Kinder Surprise og Ferrero Rocher, er deyður undir einum súkklutúri í Suðurafrika.
Italski sjokulátukongurin, Pietro Ferrero, doyði, tá hann á súkklu var fyri eini vanlukku í Suðurafrika. Ferrero, sum var 48 ára gamal, var á eini handilsferð, tá vanlukkan hendi.
Talsmaður fyri fyritøkuna vil ikki siga nágreiniliga, hvat tað var, sum hendi sjokulátukonginum.
Men sambært italska blaðnum, La Stampa, er líkt til, at Pietro Ferrero doyði eftir, at hann hevði følt seg illa á súkklutúrinum.
Hildið verður, at kona hansara og trý børn vóru saman við sjokulátukonginum á ferðini í Suðurafrika.
Ferrero-samtakið er rættiliga stórt. Aftrat sjokulátupáleggi av merkinum, Nutella og kinder-eggum, sum øll børn kenna, eru mong onnur kend sløg av góðgæti, sum samtakið stendur aftanfyri.
Samtakið hevur 21.700 fólk í starvi kring um heimin.










