Atlantic Navigator
Flaggskip norðoyinga, Atlantic Navigator, liggur í løtuni í Ánunum. Skipið kom í gjár, og longu í kvøld verður loyst aftur til nýggjan túr.
Hanus Hansen, stjóri í JFK-Troli, sigur, at samlaða veiðan hendan túrin er ávikavist 690 tons av surimi og 290 tons av mjøli, sum eru løgd upp í Ánunum.
Stórt hál
Skiparin, Brandur Nólsoy, sigur, at teimum vantaðu rávøru á seinasta túri. Fiskiskapurin var skiftandi, og tað var veðrið eisini. Stundum var illveður.
- Vit høvdu tó eitt rættiliga stórt hál á seinasta túri. Vit høvdu trolið úti í einar 12 tímar, og júst hetta tóvið, virkaðu sensorarnir ikki. Tí vistu vit heldur ikki, hvussu nógv vit høvdu. Tá ið trolið kom at borði, sóu vit, at rættiliga nógv var í.
Skiparin sigur, at tað gekk striltið at fáa posan inn, men tá ið samanum kom, eydnaðist tað.
- Eg haldi, at vit hetta hálið fingu eini 220 tons í einum.
Vónríkur
Brandur Nólsoy sigur, at fiskurin, sum kom á dekkið á seinasta túri, gekk skjótt undan.
- Nú vóna vit, at fiskiskapurin verður støðugari, soleiðis at stóra framleiðuorkan rættiliga kemur at vísa seg á hesum túrinum, sigur hann.