Nunaoil nevndarfund í Havn

Mikudagin hevði nevndin í grønlendsk/danska oljufelagnum Nunaoil fund í Havn. Føroyar vórðu valdar til nevndarfundin, bæði tí at nógv hendir á oljuøkinum her, og tí nevndin eisini vildi koma á tal við føroyskar myndugleikar um oljutilgongdina her.

 


Fundarvirksemi



Nunaoil stendur fyri oljuleitingini í Grønlandi saman við útlendskum oljufeløgum. Grønlendska heimastýrið eigur helvtina av felagnum og danska oljufelagið Dong hina helvtina. Nevndarfundurin varð hildin í fundarhølunum hjá Føroya Banka. Undir vitjanini hittu umboðini hjá Nunaoil eisini stjóran í Oljumálastýrinum og landsstýrismannin í oljumálum.


Næstformaðurin í Nunaoil, Søren Gath Hansen, sum stendur á odda fyri leitingini hjá Dong í Føroyum sigur, at teir høvdu ein sera góðan fund við føroyskar myndugleikar, Hann heldur, at Nunaoil hevur fingið eitt gott samstarv við føroyskar myndugleikar og metir tað hava stóran týdning fyri oljutilgongdina?sum heild, at nevndin í Nunaoil kann samskifta við føroyingar. Hóast fleiri boringar hava verið í Grønlandi er tað enn ikki eydnast at finna kolvetni, men fyrsta leitiumfarið verður nú fyrireikað og í hesum sambandi vilja grønlendingar fegnir hava innlit í royndirnar, sum føroyingar longu hava havt í sambandi við tilrættalegging av eini oljuleiting.


Stjóri í Nunaoil er Arne Rosenkrans Larsen. Hann arbeiddi hjá Dong, tá fyrstu fyrireikingarnar vórðu gjørdar til oljuleiting í Føroyum miðskeiðis 90-unum. Hann stóð fyri arbeiðinum at bora eitt nýtt hol í Lopra. Arne Rosenkrans Larsen sigur við Sosialin, at teir høvdu ein sera góðan fund. Við síni fortíð í Før oyum helt hann tað vera rætt at hava ein nevndarfund her, soleiðis at limirnir kunnu fáa innlit í gongdina her, hvussu væl føroyingar hava dugað at bygt hetta upp. -Eg kann bert fegnast um tíðindini, at tit hava funnið olju. Hetta má sigast at hava gingið skjótt, hugsa vit aftur til 92 tá avtalan við danir varð undirskrivað. Eg eri glaður bæði Føroya vegna og eisini vegna Dong. Nevndarformaður í Nunaoil er Kaare Hageman frá grønlendska heimastýrinum.