Ráðgevaraparturin hjá NUMO hevur gjørt eina greining av línuflotanum, ið fevnir um línuskip yvir 110 tons.
Greiningin er fyri tíðarskeiðið 2011-2015.
Í tíðarskeiðnum 2011-2013 hava línuskipini í miðal havt undirskot. Í 2014 batnaði úrslitið munandi, ið m.a. var eitt úrslit av frægari prísum, men gjørdist aftur negativt í 2015.
Tað var stór spjaðing í úrslitunum í 2015, okkurt av vanligu línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl, og serliga frystilínuskipini kláraðu seg væl. Eingangsútreiðslur høvdu við sær, at meðalúrslitið gjørdist negativt. Lyklatølini fyri raksturin vísa tó, at raksturin hevur roynst betur í 2015 enn í 2014.
Numo skrivar í greiningini, at fyrstu 6 mánaðirnir í 2016 hevur avreiðingarvirðið roynst heldur frægari enn sama tíðarskeið í 2015.
Eisini skriva teir, at eitt opið føroyskt hav kundi verið við til at ment hendan partin av flotanum, skilt á tann hátt, at møguligt kundi verið at útvega sær veiðiloyvir, ið hóska til hendan fiskiskapin, á øllum teimum økjum, har landið hevur ræði á fiskirættindum.
Tìðindaskrivi frá NUMO kann lesast her.
Leinkja til greiningina frá NUMO á línuflotan liggur undir greinini.