Nummarplátur stolnar

Onkur hevur fingið tíðina at ganga við at stjala nummarplátur av bilum í Havn í nátt. Higartil hava fýra bileigarar sagt løgregluni frá. Bilar, sum stóðu parkeraðir í økinum frá Pisuvarða og niðan á Traðarveg fingu ikki frið í nátt. Hesaferð vóru tað nummarpláturnar, ið fyri vóru. Tíðliga í morgun hevði politiið fingið fýra fráboðanir um at nummarplátan var burtur, men vakhavandi roknar tó við, at fleiri fara at melda seg seinni í dag. Onkur nummarpláta er longu komin afturíaftur. Roknað verður við at herverkið er farið fram um 1 tíðina í nátt. Ongin hevur varnast nakað, tað politiið veit av.

Annars sigur vakthavandi, at tey hava havt nógvar fráboðanir og útkoyringar um ymisk smáttaríir, full fólk, ákoyrdan seyð og harðskap, men at hetta hevði lítið uppá seg.