Nummarmerking í Runavík

Øll hús í Runavíkar Kommunu fáa nú nummar, eins og skrásett verður, hvar vatnleiðingar, kloakkir og aðrir kaðalar liggja á hvørjum einstøkum grundstykki

Skráseting

Runavík:
Runavíkar Kommuna skal skrásetast, øll sum hon er. Hvørt húsið í kommununi fær egið gøtunummar, eins og allar kloakkir, vatnleiðingar og aðrir kaðalar skulu skrásetast hjá Teknisku Deild.
Hetta arbeiðið verður gjørt fyri at lætta um arbeiðið hjá teknisku fyristingini í framtíðini, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu.
Hann vísir á, at hóast tann, sum í dag býr í einum rímiliga nýggjum húsum í kommununi, veit nágreiniliga, hvar vatnleiðingin liggur eftir grundstykkinum, er eingin sum sigur, at tann næsti, sum kanska flytir inn, veit tað.
Er alt hinvegin skrásett hjá Teknisku Deild, er eingin trupuleiki at finna aftur, um brúk verður fyri tí, og til dømis ein vakur urtagarður kann sleppa undan nógvari oyðilegging, tá tann tíð kemur.
Gøturnar í Runavíkar Kommunu hava leingi havt nøvn, men ikki fyrr enn nú verður nummar sett á húsini.
Samstundis verður eisini heitt á fólk um at senda kommununi eitt nágreiniligt yvirlit yvir øll, sum búgva í húsinum. Bæði fastbúgvandi og møguligar leigarar.
Dentur verður lagdur á at fáa at vita, hvar í húsinum fólk búgva. Um til dømis einar høvuðsdyr venda út til ein veg, og einar aðrar dyr til eina møguliga útleigaða íbúð í sama bygningi venda út møti einum øðrum vegi. Tá er neyðugt at fáa at vita, hvar hurðin er, so tann, sum býr í íbúðini, kann verða skrásettur á røttum húsanummari. Tað hjálpir so eisini Postverkinum.
Rodmundur Nielsen borgarstjóri, sigur, at hendan skrásetingarskipanin hevur verið roynd í Æðuvík, sum eisini hoyrir til Runavíkar Kommunu.
Úrslitið haðani var sera gott. Fólk sendu væl inn aftur, og skilið í skrásetingarfráboðanunum var rættiliga gott, sigur borgarstjórin, sum hevur góðar vónir til, at restin av kommununi tekur líka væl undir við ætlanini, sum tey gjørdu í Æðuvík.