Síðani løgtingsvalið hevur eisini Jógvan Skorheim, sum var formaður í flokkinum, meldað seg úr flokkinum. Jógvan Skorheim varð ikki afturvaldur á seinasta løgtingsvali. Hann gjørdist nummar tvey á listanum.
Einasti tingmaður floksins er fyrrverandi javnaðartingmaður, Kristin Vestergaard, sum varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum – og sum so stillaði upp fyri Sjálvstýri – og varð valdur.
– Eg stillaði ikki upp fyri at gerast formaður í nøkrum Sjálvstýri, eg stillaði upp fyri at fáa Aksel V. Johannsen frá sum løgmann, segði Kristin Michelsen við sjónvarpið valkvøldið í 2019.
Við sjónvarpið í kvøld segði Terji B. Vestergaard, at Sjálvstýrisflokkurin er ov lítið sjónligur og ov trilvandi. Og flokkurin ger ov lítið fyri at seta nýggj fólk við.
Av tí at Kristin Michelsen ikki hevur viljað verið formaður, so hevur flokkurin leingi leitað eftir einum formansevni. Og valið fall á Sámal Petur í Grund, sum er fyrrverandi løgtingsmaður, landsstýrismaður og formaður í Sjálvstýrisflokkinum, sum hann tá æt. Men Sámal Petur í Grund hevur eisini vent Sjálvstýrisflokkinum bakið og hevur tvær ferðir stillað upp fyri Framsókn. Til seinasta løgtingsval fór hann tó heim aftur til Sjálvstýrisflokkin.
Við sjónvarpið í kvøld segði Terj B. Vestergaard, at hann hevði roknað við at verið spurdur, um hann vildi vera formaður í flokkinum. Men tað varð hann so ikki.
– Eg havi ikki bjóðað meg fram. Men eg saknaði at fáa ein fyrispurning um tað, segði hann.
Terji B. Vestergaard er eisini býráðslimur í Runavíkar kommunu. Hann varð valdur sum nummar 5 á lista A við 104 atkvøðum á seinasta býráðsvali.
Sjálvstýri fekk 1158 atkøvður á seinasta løgtingsvali, sum svarar til 3,4 prosent, og tað akkurát nóg mikið at fáa ein tingsess. Tað er 133 atkvøður oman fyri sperrumarkið. Av temum fekk Terji B. Vestergaard 116 – so sjálvt um hann ikki var á listanum, og um tær atvøðurnar ikki fóru á val, so hevði Kristin Michelsen kortini verið valdur, men so var hann bara 17 atkvøður frá sperrumarkinum.
Men síðani løgtingsvalið er Jógvan Skorheim eisini farin úr flokkinum. Hann hevði 229 persónligar atkvøður. Leggja vit atkvøðurnar hjá Jógvan Skorheim og Terja Vestergaard, sum eru ávikavist nummar 2 og 3 á listanum, so fingu teir til samans 362 atkvøður. Trekkja vit tær frá teimum 1158, sum flokkurin fekk á valinum, so eru bara 796 atkøvður, og tað rættiliga langt frá einum tingsessi.
Men soleiðis ber ikki til at rokna, segði Sámal Petur í Grund við Deg og viku í kvøld.
– Tí nógvar av atkvøðunum, sum teir fingu, vóru sjálvstýrisatkvøður, sum fella aftur til flokkin, segði hann.
Soleiðis vórðu atkvøðurnar býttar millum valevnini hjá Sjálvstýrisflokkinum á seinasta løgtingsvali:
##med2##