Eingin ivi er um, at eisini amerikanarar hava tikið Lukas Graham til sín.
Danski sangfuglurin liggur nú nummar trý á hátt virda Billboard 100 listanum við sanginum 7 Years.
Danskir miðlar skriva, at einans trý onnur donsk løg hava megnað bragdið at koma upp í topp 10 listan hjá Billboard. Í 1961 lá Apache hjá Jørgen Ingmann nummar tvey, meðan Alley Cat hjá Bent Fabricius-Bjerre lá nummar sjey í 1962. Barbie Girl hjá Aqua náddi eisini upp á sjeynda pláss í 1997.
Tað eru einans Work hjá Rihannu og Drake og Love Yourself hjá Justin Bieber, sum eru betri umtókt.
7 Years liggur í løtuni nummar 1 í Avstralia, Ný Sælandi, Írlandi og Kanada, umframt at hann hevur ligið á odda í Stórabretlandi, Svøríki, Hollandi, Belgia, Italia og Danmark. Lagið er eisini nummar tvey á top 200 listanum hjá Spotify yvir mest stroymaðu løg hjá tænastuni.